07.jan 2017
Lagt út hevur: Finn Thomsen
Tórsdagin 12.januar 2017 verða børn á Tvøroyri, sum skulu í 1.flokk og í frítíðarskúla skúlaárið 2017/2018, innskrivaði.
Innskrivingin verður frá kl.13.00 og til kl.15.00 í Trongisvágs skúla. Næmingarnir, sum skulu í 1.flokk, verða innskrivaðir á skrivstovuni hjá deildarleiðaranum, meðan næmingarnir, sum skulu í frítíðarskúla, verða innskrivaðir á lærarastovuni í Trongisvágs skúla.
Mint verður á, at dóps- ella navnaseðil skal havast við.
apr. 2024