19.nov 2020
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Veðrið í dag hevur verið sera vakurt. Stilt, kalt og nakað av kava. Tað var sum bílagt, tí okur í dag høvdu ársins stóra pyntidag á skránni úti í Tvøroyrar skúla.
Í allan morgun hava 4.-10. flokkarnir klipt og límað, klistrað og pyntað. Skúlin er klárur til jólamánaðan; næstan, tí 4.-7. flokkarnir halda fram í morgin, meðan framhaldsdeildin hevur vanligan skúladag.
Næmingaráðið fór - eins og í fjør - runt til allar flokkar í skúlanum við tilfari til jóladekoratiónir og bjóðaði mandarinir og okkurt søtt. Tey vóru sjálvsagt í røttum jólahýri og ílatin jólahúgvur.
Eisini kom Tróndur Enni á gátt hjá flokkunum og sang nakrar jólasangir saman við næmingunum og lærarunum.
Desember er ein hugnalig tíð; eisini í skúlanum. Hóast korona avmarkar nakað, so okur ikki kunnu gera alt tað, okur vanliga gera, eru okur ikki í iva um, at okur fáa nakrar góðar jólaligar løtur komandi vikurnar.
Í Trongisvágs skúla fara yngru flokkarnir at pynta fyrst í komandi viku.
apr. 2024