11.jan 2021
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Ikki er tað so ofta, at okur hava so vakurt kavaveður sum í dag, so løtan mátti sjálvandi brúkast!
Millum annað tóku 4.a, 4.b, 5.a, skúlahúsið umframt nakrir næmingar í 9. flokki av eini avbjóðing at skapa okkurt úr kava.
Í hesum myndasavninum síggja tykur m.a. Minnie, Mickey, Anders And, Tornurósu og familjuna hjá Olaf:
https://tvoroyrarskuli.fo/imagegallery?Id=14141
Onkur flokkur hevur eisini verið og skreitt, og dagurin er ikki liðugur enn, so kanska fleiri myndir verða lagdar í savnið í dag og í morgin.
mar. 2024