01.feb 2019
Lagt út hevur: Páll Michelsen
Ein frálík løta í frálíkum kavaveðri.
Í frálíka kavaveðrinum ónsdagin 30. januar varð vanliga tímatalvan í Tvøroyrar skúla løgt til síðis, og í staðin varð kavakapping sett á skrá. Allir flokkar fingu á leið hálvanannan tíma at skapa eitthvørt úr kava. Flestu næmingarnir vóru skjótir út, og tað var stuttligt at síggja, hvussu hugagóðir teir fóru til verka. Nakrir næmingar fóru í skúlakøkina at baka pannukøkur og hita kakao til næmingar og lærarar.
Tað var sera trupult at finna ein vinnara, tí allir flokkar, ið luttóku í kappingini, høvdu veruliga spílað seg út. Ein vinnari er tó funnin, og hann verður avdúkaður á felagsløtu mánamorgunin kl. 08.00.
Í myndasavninum eru nakrar myndir frá degnum. Alt var sjálvandi vakrari og stuttligari í veruleikanum. Takk fyri ein frálíkan dag í sera vøkrum kavaveðri.
(LINK TIL MYNDIRNAR Í SAVNINUM)
apr. 2024