Kekk áljóðandi 24.000 kr

Skrivað hevur: Oddmar Thomsen   tann: 02.06.2016   

Í morgun handaði skúlastjórin, Johan Joensen, næmingaráðnum kekk áljóðandi 24000 kr, sum tiltakið gav, og settu tey peningin í bankan til í menniskjum góður tokki. Hann segði m. a., at í sínum starvi nú í næstan 42 ár, hevur hann sjáldan sæð slíkt virksemi, nærlagni og slíkan eldhuga og somuleiðis ta óvanliga góðu undirtøku, sum foreldur og avvarðandi vístu. Hann takkaði næmingunum og eisini fyrireikingarnevndini, Anniku Eidesgaard, Jón Johannesen og Mariann Mikkjalsdóttir, og sjálvandi øllum lærarunum.


Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet