31.may 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Kl. 15.00 til á leið 16.00 er skúlagongd
fyri øll, ið hava hug at koma at vitja okum í skúlanum.
Lívfrøði, landalæra, mál og ymiskt
annað. "Undirvísingin" er skipað sum ein postarenning (ella –gonga,
um ein heldur vil tað), ið leiðir tykum til ymiskar skúlastovur og lærugreinar.
Tað eru næmingar, ið eru lærarar hesa løtuna. Tey eru somuleiðis próvdómarar,
ið avgera, um tit fáa prógv, tá "skúlagongdin" er liðug. Tey eru bæði
fitt og rættvís, so tað er neyvan nakar trupulleiki
Hetta er skúli, so møtið stundisliga. Okur
byrja klokkan 15.00
Bæði børn og vaksin eru vælkomin :-)
mar. 2024