06.jun 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Fríggjadagin í farnu viku var Mentanarnátt á Tvøroyri, og í hesum sambandi vóru eisini nøkur tiltøk í Tvøroyrar skúla. Umframt teknikappingina, ið bókasavnið skipaði fyri, var eisini eitt tiltak, ið okur valdu at nevna "Kom í skúla".
Í lýsingini av tiltakinum stóð, at øll - bæði børn og vaksin - vóru vælkomin í skúla. Tímatalvan varð skipað sum ein postarenning, ið leiddi luttakararnar til ymiskar skúlastovur og lærugreinar.
Tiltakið var klokkan trý. Uppmøtingin til tiltakið var ikki stór, men okur fegnast, at tey, ið valdu at koma í skúla, tímdu at hava tað stuttligt saman við okum hesa løtuna.
Á ymsu postunum skuldu luttakararnir m.a. minnast ting, svara spurningum, royna at fáa eina peru at lýsa, sparka á yvirleggjaran, gita ymiskar smakkir, gita fuglar, tekna og gita, rokna og annað.
Tá tiltakið endaði, fingu luttakararnir ein lítlan, søtan vinning umframt eitt prógv fyri luttøku.
Tað vóru næmingar úr 5. og 6. flokkunum, ið skipaðu fyri, fyrireikaðu ymsu postarnar og stóðu fyri tiltakinum. Teir vóru sera glaðir fyri tiltakið; so glaðir, at teir gjarna vildu skipa fyri eini líknandi postarenning fyri øðrum næmingum. Hetta gjørdu teir mánadagin í hesi vikuna, tá teir næmingar í 5. og 6. flokkunum, ið ikki vóru við fríggjadagin, umframt 7. flokkarnir sluppu at royna seg í postarenningini. Hetta eydnaðist somuleiðis væl.
Enn einaferð takk fyri til tykum, ið vitjaðu okum á Mentanarnáttini :-)
apr. 2024