10.nov 2020
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
KOMMUNUVAL 2020
Evnisdagar í framhaldsdeildini
Næmingarnir í framhaldsdeildini (8.-9. og 10. fl. umframt næmingar av eftirskúlanum) hava havt tveir áhugaverdar evnisdagar um kommunuvalið. Byrjað varð mánamorgunin við eini veljarakanning og kunning um kommunuval. Síðani fingu okur vitjan av tveimum umboðum av teimum trimum listunum, ið stilla upp í Tvøroyrar kommunu. Jens Rói og Kristian av Lista V, Jónhild og Frits av Lista T og Jens Arni og Tim av Lista C greiddu frá, hvørji tey eru, hví tey hava valt at stilla upp og eitt sindur um síni hjartamál. Hetta eydnaðist sera væl, og næmingarnir spurdu eisini valevnini áhugaverdar spurningar. Okur takka øllum seks valevnunum, at tey góvu sær tíð til at vitja okum í skúlanum.
Eftir vitjanina fóru næmingarnir í bólkar og skipaðu egnar listar. Uppgávan var:
Í dag vóru framløgur á skránni! Tað var áhugavert og stuttligt var at hoyra, hvussu næmingarnir høvdu arbeitt við valskránni, og hvat ymisku listarnir høvdu fingið burturúr.
Her eru nøkur dømi: (greinin heldur fram niðanfyri)
Beint áðrenn loknan skúladag fóru næmingarnir á val enn einaferð í fimleikahøllini. Stillað varð upp eins og á veruligum vali, og spenningurin var stórur. Bæði at síggja, um vitjanin frá valevnunum hevði broytt teirra áskoðan - og um valúrslitið kann geva ábendingar um endaliga úrslitið á Tvøroyri í kvøld.
Um næmingar í Tvøroyrar skúla skuldu manna nýggja býráðið á Tvøroyri, hevði býtið millum listarnar verið hetta: (verður kunngjørt umleið klokkan 20.00)
Listi V fær eitt umboð
Listi T fær trý umboð
Listi C fær trý umboð
Nú verður spennandi at síggja, um hetta gevur ábending um endaliga úrslitið á Tvøroyri!
apr. 2024