08.nov 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Fríggjadagin kl.10.30 verður konsert í skúlahøllini í Trongisvágs skúla.
Tað er trivnaðarbólkurin – umboð fyri skúlastýrið og næmingaráðið-, sum skipar fyri konsertini.
Tey, sum luttaka á konsertini verða:
Lív Næs
Tróndur Enni
Eyðun Nolsøe
Poul Arni Holm og Jón Áki
Janus Wiberg Mortensen
Konsertin er fyri øllum næmingunum í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla, men 10. flokkur í Vágs skúla og 9.flokkur í Hvalbiar skúla eru bodnir við.
Roknað verður við, at konsertin er liðug umleið kl. 12.00.
mar. 2024