11.nov 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Vit hava í langa tíð ynskt okkum meira sang og tónleik inn í skúlan.
Vit hava í langa tíð ynskt okkum meira sang og tónleik inn í skúlan, og er tað tí okkum ein stór gleði, at vit nú kunnu bjóða kórvenjing til framhaldsdeildina í Tvøroyrar skúla.
Frá týsdegnum 12. nov. fer okkara lokali songfuglur, Guðrun Sólja Jacobsen, at hava korvenjing við 8. og 9. flokki.
Í fyrstu syftu eru kórvenjingarnar bara í november og desember, og enda hesar kórvenjingarnar við forvitnisligari framførslu 19. desembur, tá skúlin skipar fyri jólahaldi í SALT.
Eitt er í øllum førum vist, og tað er, at kórið verður í góðum hondum. Flest øll kenna vit Guðruna Sólju, ið gjørdist kend í danska kongaríkinum í 2003, tá hon vann sangkappingina “Stjerne for en aften”. Guðrun Sólja er fødd og uppvaksin her á Tvøroyri, og hevur hon sungið alment síðan hon var um 13 ára aldur.
Guðrun Sólja er útbúgvin sanglærari frá “Complete Vocal Institute” og undirvísir í dag í Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla og á Føroya Listaskúla.Vit vóna veruliga, at næmingar og foreldur taka væl undir við hesum spennandi tiltaki
apr. 2024