13.mar 2020
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Fyribils skulu næmingarnir vera heima í tvær vikur.
Kunning í samband við, at skúlin er stongdur komandi 2 vikurnar
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur gjørt av, at allir næmingar í fólkaskúlanum skulu vera heima við hús skjótast til ber og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars 2020. Fyribils skulu næmingarnir vera heima í tvær vikur.
Hesar vikurnar arbeiða næmingar og lærarar heimani frá. Tí er neyðugt at fylgja væl við á heimasíðu skúlans og á vikuætlanini hjá flokkinum, har ið kunning um heimaarbeiði o.a. kemur.
Eru ivamál viðv. heimaarbeiði, kunnu tit venda tykkum til flokslæraran.
Næmingar, ið mangla bøkur ella annað úr skúlanum, kunnu heinta hetta í skúlanum leygardagin 14.mars kl. 10.00-12.00
Skrivstovan stongd, eru spurningar kunnu tit ringja til:
Jón Johannesen, skúlastjóri á tlf. 222320 ella
Otto Gram, varaskúlastjóri á tlf. 266637.
apr. 2024