16.apr 2020
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Kunning um skúlagongdina komandi vikurnar!
Undirvísingarstýrið hevur boðað frá, at skúlagongdin so smátt skal byrja aftur mánadagin 20. apríl.
Í fyrstu atløgu eru tað 1., 2. og 3. flokkur, ið kunnu koma í skúla. Tað er tó ikki eitt krav, at næmingarnir í hesum flokkum møta í skúlanum, men foreldrini taka sjálvi avgerð um hetta.
Við tilmælunum frá myndugleikunum í huga hava vit valt at skipa okkum soleiðis:
1. og 2. flokkur skulu møta í Trongisvágs skúla!
1. flokkur brúkar vestaru hurðina, tá tey møta og fara.
(“Glasbúrið”, ið er vestur móti barnagarðinum)
2. flokkur brúkar trappuinngongdina niðanfyri, tá tey møta og fara.
(Trappan, ið er oman móti parkeringsplássinum)
3. flokkur skal møta í Tvøroyrar skúla!
3. flokkur brúkar eystaru hurðina í nýggja skúlagarði, tá tey møta og fara.
(Hurðin, ið er beint við skúlakøkin)
· Lærari tekur ímóti frá kl. 07.50 tá næmingarnir koma í skúlan. Øll vaska hendur, tá tey koma inn, og dentur verður lagdur á, at næmingarnir og starvsfólk regluliga vaska hendur.
· Skúlagongdin hjá 1. – 3. flokki er frá kl. 8.00 til 12.00 hvønn dag.
· Flokkarnir verða býttir upp í smærri bólkar (nærri kunning um hetta kemur seinni). Hesir bólkar hava hvør sína skúlastovu, og fríkorterini verða tillagað soleiðis, at frástøða og reinførið verða hildin.
· Skúlabussur koyrir ikki, so foreldur mugu sjálvi skipa ferðing til og frá skúla.
· Tað er ikki loyvt foreldrum at koma inn í skúlan, hvørki tá skúladagurin byrjar, ella tá skúladagurin endar.
· Tað er sera umráðandi, at næmingarnir hava alla útgerð til skúlaarbeiðið við sjálvi. Her verður hugsað um eitt vælútgjørt pennahús við øllum tí vanliga, umframt saksi, límstift og litblýantum. Tað ber tíverri ikki til at lána frá skúla ella floksfeløgum.
· Boðast skal frá til flokslærara (ringja ella skriva boð) í seinasta lagið fríggjadagin 17. apríl kl. 12.00, um barn tygara kemur í skúla mánadagin 20. apríl.
· Um næmingur kemur í skúla seinni enn tá, skulu foreldur boða flokslærara frá tveir dagar áðrenn.
· Teir næmingar, sum ikki koma í skúla, eiga sjálvsagt at gera skúlaarbeiðið heima, við at fylgja tí, sum kemur at standa á vikuætlanini.
· Hava starvsfólk ella næmingar sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tey ikki møta í skúla. Tað sama er sjálvsagt galdandi, um næmingur ella starsvfólk er sett í sóttarhald eftir galdandi mannagongdum.
· Er næmingur í serligum vandabólki, verður mælt til, at tosað verður við lækna, áðrenn avgjørt verður, at barnið kemur í skúla.
4. – 10. flokkur skal ikki møta í skúlanum!
Hinir flokkarnir (4.-10. fl.) fáa framhaldandi fjarundirvísing umvegis telduforrit og samskiftisskipanir, sum lærararnir í einstøku flokkunum nýta. Hendan undirvísing heldur fram til 18. juni 2020, um eingi onnur boð koma frá politisku myndugleikunum.
Flokkarnir fáa eina øðrvísi tímatalvu, og allir næmingar skulu vera klárir at byrja skúladagin klokkan 8.30 allar dagar, um ikki annað er fráboðað frammanundan.
Nú undirvísingin hjá hesum flokkum verður skipað sum fjarundirvísing, er týdningarmikið, at næmingarnir hava so góðar arbeiðsumstøður heima sum gjørligt. Um onkur næmingur ikki hevur eina teldu, ber til at boða flokslæraranum frá, so verður ein fyribils loysn funnin á hesum.
Lærararnir, ið eiga at hava flokkin sambært nýggju tímatalvuni, eru sjálvsagt tøkir ta tíðina, og harumframt ber sjálvsagt til at spyrja um ráð og vegleiðing á TEAMS, við telduposti ella øðrum í arbeiðstíðini.
Sum áður boðað frá, verða ongar próvtøkur í 9. og 10. flokki, men ársmet verða givin í staðin fyri próvtøkuúrslit.
Landsroyndirnar í 4. og 6. flokki verða fluttar til í september 2020, men verða fyri somu næmingum, sum skuldu verið farnir til landsroynd í vár.
Annars verður heitt á øll foreldur og allar næmingar um at fylgja væl við inni á heimasíðu skúlans - serliga inni á teimum ymsu flokssíðunum.
Hendan støðan er nýggj og ein avbjóðing fyri okkum øll. Vónandi spyrja tit, um tit ivast í onkrum.
Við vón um framhaldandi gott samstarv.
Leiðslan
apr. 2024