12.nov 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Landaðu 1.900 tons av sild.
Bogi og Martin, sum eru í starvsvenjing umborð á Trónda í Gøtu, hava landað 1.900tóns av sild til Varðan Pelagic.
Tróndur í Gøtu varð liðugur at landa fyrrapartin leygardagin, og fór nýggjan túr beinanvegin.
Bogi var við umborð, tá Tróndur í Gøtu byrjaði nýggjan túr leygarmorgunin, meðan Martin hevði valt at fara ein túr við Trónda í Gøtu og síðani í starvsvenjing á bakarínum hjá Hans Olaf í eina viku.
apr. 2024