27.mar 2020
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Lærugreinaval
Lærugreinaval til komandi 8. og 9. flokk skúlaárið 20/21
Næmingar í 7. og 8. flokki skulu til komandi skúlaár velja lærugreinir og breytir.
Vallærugreinirnar eru týskt (4 tímar um vikuna) og alis/evnafrøði (2 tímar um vikuna).
Harumframt skulu næmingarnir velja eina breyt (4 tímar um vikuna) í fyrru hálvu og eina í seinnu hálvu.
Nú skúlagongdin er so nógv broytt, vegna smittuvanda, fer valið fram á hendan hátt.
- Ringið til flokslæraran og sigið honum, hvørjar lærugreinir og hvørjar breytir, tit velja. Hetta skal gerast áðrenn ónsdagin 1. apríl !
Eru ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við flokslæraran ella skúlans leiðslu.
Breytirnar í fyrru hálvu eru hesar:
Sangbreytin
Ert tú ein av teimum, ið ikki klárar at sita still/ur tá tú hoyrir eitt gott lag? Syngur tú altíð við, tá góður tónleikur ljómar? Hevði tú ynskt at torað betri at sungið og framført fyri áskoðarum? Um ja, so er sangbreytin akkurát nakað fyri teg.
Sangbreytin er fyri teg, ið elskar at syngja, dansa og at liva teg inní eina framførslu.
Saman fara okur at arbeiða við hesum høvuðspunktum:
•Solosangur
•Kór
•Dansur
•Rørslur
Saman verður hetta alt til eina fantastiska visuella tónleikaframførslu. Endamálið við sangbreytini er, at tú mennir teg innan sang, dans og rørslur, og at tú lærir at framføra fyri einari áhoyrarafjøld. Dentur verður lagdur á, at tann einstaki næmingurin fær møguleika at mennast og læra á tí støði, sum hann er á. Eisini samstarv og samanhald millum næmingarnar á breytini ger tað stuttligt og læruríkt at arbeiða fram ímóti einari visuellari framførslu.
Lærarar á sangbreytini eru Guðrun Sólja Jacobsen og Mariann Mikkjalsdóttir
Smíðbreytin
Lærugreinin smíð hevur í høvuðsheitum sítt støði í tí kunnleika og teimum royndum, gjørdar av við teimum handverkum, ið er tilvirkað burtur úr træi, jarni o.ø. tilfari, eitt nú plasti, horni, beini, steini og leðri.
Sjálvsagdur partur av undirvísingini í smíði er at nýta tilfar og amboð, og tí mugu allir næmingar eftir førimuni læra at kenna og nýta tilfar og amboð, so teir gerast upptiknir og fáa hug at arbeiða við handaligt arbeiði, bæði í sjálvum arbeiðinum at evna til og í gerandisdegnum.
Arbeitt verður við endurnýtsluviði, hornum, gróti o.ø.
Sum dømi uppá lutir, ið næmingar hava tilvirkað eru: knívar, fjallstavar, lampur, oyra –og fingurringar, skeribrettir, eggjabikar, ljósastakarog mangt annað.
Lærari á smíðbreytini er Thordar Garðshamar
Handarbeiðsbreytin
Handarbeiði er lærugrein, ið leggur dent á tey handaligu og tey skapandi evnini hjá næminginum. Dentur verður lagdur á at geva næminginum førleika og kunnleika um skapandi tilgongdina í handarbeiði, frá hugskoti, fyrireiking og arbeiðsgongd til eftirmeting. Næmingurin fer at uppliva gleðina við sjálvur at tilvirka vakrar, nýtiligar og samskiftandi lutir.
Undirvísingin skal geva næminginum eina uppliving av arbeiðsgleði og felagsskapi, umframt vekja áhuga og styrkja evnini til sjálvur at taka støðu og virka.
Á handarbeiðsbreytini er ætlanin at næmingarnir millum annað skulu binda, hekla, seyma, brodera, nálatøva, seyma patchwork, læra at gera føroysk bond (bregdabond, hosubond, tolvtráðabond) og annað. Møguleikarnir eru nógvir og í handarbeiði er tað bert hugflogið, sum setir mørk fyri, hvat ein kann tilevna.
Lærari á handarbeiðsbreytini er Anna Thomsen
Breytirnar í seinnu hálvu eru hesar:
Kost- og rørslubreytin
Á kost- og rørslubreytini er endamálið, at næmingarnir mennast likamliga og sosialt. Vit seta okkum fyri, at næmingarnir fáa so nógvar og avbjóðandi upplivingar í lokalu náttúruni sum tilber. Eisini skulu vit íðka ymiskan ítrótt og gera góðan og fjølbroyttan mat.
Tá veðrið er til vildar, fara vit út. - Málið er:
At fáa fjølbroyttar avbjóðingar og flyta mørk. At seta fótin á allar fjallatopparnar kring fjørðin (uppá tvey ár). At ganga drúgvar túrar eftir fjøllunum fyri at royna okkara úthaldni. At gera mat yvir báli, hugna og stuttleika okkum úti. At hava minst eina náttarrenning um árið.
Er veðrið ikki við okkum, fara vit í køk ella íðka ítrótt inni. - Í ítrótti er málið:
At royna so nógvar ymiskar ítóttagreinir sum tilber. At næmingarnir sleppa at skipa fyri og standa fyri tímunum. At hava ymsar kappingar.
- Í køk er málið:
At gera heitan mat. At gera lekkran mat. At gera søtan mat. At gera yndis mat. At hava ymiskar kappingar
Á breytini vilja vit eisini hava so nógvar áhugaverdar vitjanir sum gjørligt.
Á kost- og rørslubreytini vænta vit, at næmingarnir: Hava góðan hugburð og vísa góðan vilja. Eru klárir at taka á seg ávbjóðingar. Eru klárir at samstarva.Vísa góðan vilja og eru klárir at kýta seg. Møta væl upp og eru klødd til endamálið
Lærarar á kost- og rørslubreytini eru Winnie Simonsen og Otto gram
Motorbreytin
Í lærugreinini Mortorlæra, ognar næmingurin sær royndir og førleikar at handfara, passa og halda við líka motorar.
Í mortorlæru verður undirvíst, hvussu teir ymsu lutirnir á motorinum virka í mun til hvønn annan, og hvat hendir, tá ið motorurin verður settur í gongd og heldur fram at vera í gongd og virka.
Eisini lærir næmingurin at handfara ymisk amboð og at nýta tey.
Arbeitt verður við at taka motorin sundur og at kenna teir lutir, ið motorurin er settur saman av.
Undirvísingin fevnir eisini um:
- um metal og evnistyngd
- brennievnum í sambandi við motorar
- ymisk sløg av smyrjiolju og hvussu tey eru merkt
Næmingurin kann hava ein motorlut við heimanifrá, ið ikki riggar.
Lærari á motorbreytini er Thorman Jacobsen
KT-breytin
Hví er tað skilagott at velja KT-breytina komandi skúlaár?
Tí at:
· Tað er gott at duga, at brúka telduna skilagott, tá tú skal gera skúlating, bæði einsamallur og saman við øðrum.
· Tað ger skúladagin hjá tær nógv lættari, um tú finnur skjølini hjá tær aftur.
· Fleiri og fleiri arbeiðspláss vænta, at tú dugir við teldu, tá tú kemur í starvsvenjing.
· Tað er sera gott at hava teldukunnleika, áðrenn tú fer út í veruliga arbeiðslívið
Vit fara á KT-breytini at læra at:
· Skriva “blindskrift” .
· Brúka partar av Office til dagligt skúlabrúk
o Outlook, t.d.
§ Senda til bólkar
§ Gera mappur at goyma í
o OneDrive, t.d.
§ Gera egið arkiv
§ Navngeva rætt
§ Finna skjøl aftur
o Word, t.d.
§ Seta skilagott upp
§ Seta inn tabellir
§ Seta inn myndir o.a.
o Excel, t.d.
§ Innseta formlar
§ Gera stabbamyndir
o Power Point, t.d.
§ Til framløgur
o Teams
o Deila skjøl við onnur (samstarv)
· Skriva eina umsókn
o Gera egið CV
· Rudda og halda skil á “skriviborðinum” og arkivinum á teldini (um ynski er um tað).
Lærari á KT-breytini er Hildur Túná Fjørdal
apr. 2024