25.okt 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Mánadagin í síðstu viku flettu næmingarnir í 9. og 10. 2 lomb. Næmingarnir svavdu, tummaðu og reinsaðu vembur.
Kjøtið hekk 1 viku í hjalli, og mánadagin og týsdagin í hesari vikuni hava tey so verið 2 dagar í køk, har arbeitt varð við slaktinum.
Í køkinum hava tey gjørt sápu úr tálg, livurpostei, vambabitar við lungum, bakað breyð, gjørt rullupylsu, rullusteik úr huppi, blóðpannukakur, kókað og stokt hvítanýru, kókað kjøt, stokt útbeinað tjógv við hvítleyki og rosmarin, kókað og stokt sperðil, marineraði riv og gjørt heitt og kalt eplasalat.
Sigast skal frá næmingum og lærarum, at alt hetta smakkaði so sera væl, tó ikki sápan.
Fyri næmingarnar vóru hetta læruríkir dagar í allar mátar.
Tað vóru lærararnir Alexandra Ripley og Wivika Strøm, sum tóku stig til evnisdagarnar.
mar. 2024