03.sep 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Týsdagin 10. september 2019 byrjar leksiuhjálpin aftur
Týsdagin 10.september 2019 byrjar leksiuhjálpin aftur. Skipað verður fyri leksiuhjálp bæði í Trongisvágs- og Tvøroyrar skúla. Tvøroyrar Býráð hevur játtað 8 tímar um vikuna til leksiuhjálp fram til jóla, og hevur skúlans leiðsla gjørt av, at 4 tímar um vikuna verða brúktir í Tvøroyrar skúla og 4 tímar í Trongisvágs skúla. Leksiuhjálp verður í báðum skúlunum týs- og tórsdagar. Í Trongisvági verður leksiuhjá týsdag og tórsdag 6. og 7. tíma, tvs. frá kl. 12.30 og til kl. 14.10. Í Tvøroyrar skúla verður leksiuhjálpin týsdag og tórsdag 7. og 8. tíma, tvs. frá 13.15-14.55. Leksiuhjálp er serliga ætlað næmingum í innskúlingini og í miðdeildini, men næmingar í framhaldsdeildini eru eisini vælkomnir at gera brúk av tilboðnum.
apr. 2024