15.nov 2020
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Lesiringar í Tvøroyrar skúla
Í fjør samlaðust nakrar gentur í miðdeildini á bókasavninum av og á og tosaðu um bøkur, tær høvdu lisið. Tær vóru sera hugagóðar, og tað var gleðiligt at síggja lesigleðina, og hvussu hugagóðar tær vóru. Tá var tó ongin skipaður lesiringur í Tvøroyrar skúla. Tað er tað nú!
Í farnu viku vórðu uppsløg at síggja í 7.-9. flokkunum, har boðað varð frá, at um tær dámar væl at lesa og tosa um tað, tú hevur lisið, so vart tú vælkomin at møtast á bókasavninum eitt ávíst tíðspunkt og hoyra meira.
Flestu lærarar vóru spentir at frætta, hvussu áhugin fór at vera, tí flestu ungu eru upptikin av ymiskum, og ofta frættist, at okra ungu ikki tíma at lesa.
At lesa er læruríkt og mennandi í góðum felagsskapi kann lesiupplivilsið vera bæði hugnaligt og stuttligt. Ein lesiringur er eitt tilboð til lesiáhugaðar næmingar. Í hvørjum lesiringi eru eini 8-10 næmingar, og tey hittast á leið aðru ella triðju hvørja viku at viðgerða tað, tey hava lisið.
Hvussu er so áhugin?
Okur fegnast um, at tríggir lesiringar eru stovnaðir í Tvøroyrar skúla. Í 7. flokki eru tveir lesiringar byrjaðir at lesa spennandi krimisøguna um Teir horvnu kirkjubøstólarnar hjá Jógvan Isaksen. Ein lesiringur er við næmingum úr 8. og 9. flokkunum, og tey eru farin undir Norð hjá Camillu Hübbe, ið kom út á føroyskum í fjør. Bókin viðgerð veðurlagsbroytingar í framtíðini og dregur fornu norrønu gudalæruna við í søgugongdina.
Sambært Birnu Gaard, ið er útbúgvin skúlabókavørður, hevur tað týdning bæði fyri fakligu, sosialu og persónligu menningina hjá børnum at lesa ymiskar tekstir og hervið fáa góðar fortreytir at seta seg í støðuna hjá øðrum menniskjum og at hugsavna seg. Eisini hevur tað stóran týdning fyri orðfeingið hjá børnum at lesa.
Okur gleða okum at fylgja lesiringunum. Kanska okur fáa eina lítla frágreiðing um bøkurnar eisini, so onnur kanska fáa áhuga at lesa júst hesar bøkurnar!
Góðan lesihug :-)
apr. 2024