28.nov 2016
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Tá næmingar hesa árstíðina um morgunin fara í skúla, er myrkt. Nógv ferðsla er á vegunum um áttatíðina, og tíverri eru tað nógvir næmingar á veg í skúla, sum ikki hava endurskin, og tí síggjast illa.
Tvøroyrar skúli og Trongisvágs skúli skipaðu í morgun fyri einum átaki, sum skuldi tryggja, at allir næmingarnir fingu endurskin. So er tað upp til foreldur og børn at skipa so fyri, at endurskinini verða brúkt um morgnarnar og kvøldarnar.
4 verndareinglar úr næmingaráðnum vóru tíðliga í morgun sendir út í ferðsluna at taka ímóti børnunum, sum komu í skúla, og løtu seinni sóust eisini verndareinglar í Trongisvágs skúla.
Tað er Tryggingarfelagið Føroyar, sum hevur lánt skúlanum vøkru, hvítu veingirnar til einglarnar og latið næmingunum endurskin.
Næmingaráðið og løgreglan í Suðuroynni hava eisini avtalað eitt felags átak. Í desembur fara løgreglan og næmingaráðið út í ferðsluna at gera kanningar, tá børnini koma í skúla.
Løgreglan fer at kanna bilarnar, og serligur dentur verður tá lagdur á at kanna, um fólk í bilunum sita í trygdarbelti. Næmingaráðið fer at kanna og skráseta, um børn hava endurskin, tá tey koma í skúla.
mar. 2024