05.nov 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
1 tíðaravmarkað starv við tilsamans 25 tímum um vikuna, 3 tímar í førleikamenning, 8 tímar í ítrótti og 14 stuðulstímar.
Søkt verður eftir lærara/námsfrøðingi, sum
– undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
– dugir at samstarva og er fyrikomandi
– eru fúsur at taka á seg allar tær fjølbroyttu og fjøltáttaðu uppgávurnar, sum eru í skúlanum
Førleikakrøv: Læraraútbúgving ella námsfrøðingur. Um eingin lærari ella námsfrøðingur søkir starvið, tilskilar skúlin sær rætt at seta onnur í starvið.
Tvøroyrar skúli er skipaður sum ein skúli við einari deild í Trongisvági, har innskúlingin fer fram, og mið- og framhaldsdeild í deildini í Tvøroyrar skúla. Tey bæði seinastu árini hevur býráðið og skúlastýrið í samstarvi við skúlaleiðsluna gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.
Umframt neyðug flokshøli og serstovur er skúlin tøkniliga væl útgjørdur. Samvirknar talvur eru í øllum skúlastovum og í fleiri serhølum, skúlin er hampiliga væl útgjørdur við teldum til næmingarnar, og internetsamband er í øllum skúlanum. Av bókum til flokkarnar hava vit alt tað nýggjasta, ið er útkomið á føroyskum, umframt tað, ið tørvur er á av útlendskum tilfari. Trongisvágs skúli hýsir eisini frítíðarskúlanum, útibarnagarðinum og dagrøktini og er granni við barnagarðin Mýrifípuna. Hesir stovnar og skúlin hava eitt ávíst samstarv.
Starvið verður sett sum tíðaravmarkað starv frá 7.januar 2019 og til 27. juni 2019.
Ynskir umsøkjari fleiri upplýsingar um starvið, kann viðkomandi seta seg í samband við skúlastjóran á tlf 371582 í skrivstovutíðini. (Sí heimasíðu skúlans)
Tímarnir í ítrótti og førleikamenning verða løntir í lønarflokkunum 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag, meðan stuðulstímarnir verða løntir sambært avtalu millum fíggjarmálaráðið og Føroya pedagogfelag.
Umsóknir við prógvi og CV skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19.novembur 2018 kl. 14.00.
Umsóknin skal sendast sum teldupostur til:
tvo@skulin.fo
Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda sær til Finn Thomsen, skúlastjóra, á tlf. 371582 í skrivstovutíð skúlans. (Sí heimasíðu skúlans á tvoroyrarskuli.fo)
Starvið verður eisini lýst á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum.
apr. 2024