27.sep 2016
Lagt út hevur: Heri Thorsteinsson
Matis í Íslandi hildið fyrilestur fyri skúlaungdómi úr Suðuroynni.
Í sambandi við, at fólk frá Matis í Íslandi hava verið á norðurlendskum fundi á Varðanum Pelagic, bleiv skipað fyri einum fyrilestri fyri Sjóvinnubreytini í Suðuroy og 10. flokki á Tvøroyri. Granskarin, Guðmundur Stefánson, greiddi frá, hvat Matis arbeiðir við og hvønn týdning tað hevur havt fyri íslendsku fiskivinnuna, at granskarar og vinnan hava samstarvað. Eisini greiddi hann frá, hvørjir útbúgvingarmøguleikar eru í Íslandi innan fiskaframleiðslu og matvørur.
apr. 2024