16.mar 2019
Lagt út hevur: Páll Michelsen
Skapandi breytin (næmingar úr 8. og 9. flokkunum) fingu eina øðrvísi uppgávu fyri nøkrum døgum síðan frá lærarunum Thordar og Mariann. Tey skuldu gera okkurt slag av "uppslagstalvu", ið skuldi brúkast til at hongja tekningar og annað á.
Ætlanin við uppslagstalvunum er, at allir næmingar, ið hava hug, kunnu tekna og/ella skriva okkurt, ið verður hongt á talvurnar, so onnur kunnu síggja. Endamálið er sjálvsagt bæði at pynta eitt sindur í skúlagongini, og so er tað sjálvandi stuttligt at síggja tað, sum ein sjálvur og onnur hava teknað ella skrivað.
Tvær talvur vórðu tilevnaðar í smíðstovuni, og tær standa nú í tveimum ymiskum støðum í skúlanum.
Hvør talva er býtt í trý, og tríggjar yvirskriftir eru festar á hvørja talvu. Fyrstu tíðina hava evnini verið hesi: Kend fólk, føstulávint, føroyskar blómur, fuglar, yrkingar og frítt. Ætlanin er at seta nýggj evni upp í næstum.
Gleðiligt at síggja, at næmingarnir hava tikið so væl ímóti nýggju talvunum, og okur gleða okum at síggja enn fleiri tekningar og yrkingar.
Væntandi verða fleiri myndir at síggja í myndasavninum heilt skjótt.
mar. 2024