17.nov 2016
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Ónsdagin 30. nov. kl. 08:00 møtast allir næmingarnir í 7.flokkunum í Suðuroynni í Tvøroyrar skúla til ein kunningardag í bridge.
Skúlabridge er eitt tilboð til allar skúlar í Føroyum og er ein liður í arbeiðinum hjá Føroya Bridgesambandi at fáa fleiri at spæla bridge. Ein partur av hesi ætlan er at royna at fáa bridge inn í fólkaskúlarnar.
Bridge stimbrar og hevur avbjóðingar til øll.
At tú sum ung/ur lærir at spæla bridge, er ein íløga fyri lívið, siga fyrireikararnir
Hugaítróttur er ein partur av einum víðkaðum ítróttarhugtaki, og lyklaorð í bridge eru bindindi og evnini at savna tankarnar – tað sum vit í dagligari talu nevna konsentrasjón. Næmingar við púra ymiskum fortreytum kunnu hittast í felagsskapi, har tað ikki snýr seg um at vera størst og sterkast, men at vísa virðing hvør fyri øðrum, samstarva við makkara, hugsa frameftir og skerpa seg.
Í bridge er neyðugt at hugsa skilagott, leggja eina ætlan og fremja hana í verki, og eisini lærir tú at taka avgerðir grundaðar á støddfrøði og tína vitan um menniskju.
Meira kunning um skúlabridge er at finna á www.skulabridge.com
apr. 2024