21.nov 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Stóri pyntidagurin í Tvøroyrar skúla er í dag, og okur øll eru við at koma í rættan jólahýr. ?
Stóri pyntidagurin í Tvøroyrar skúla er í dag, og okur øll eru við at koma í rættan jólahýr.
Næmingaráðið er sjálvandi eisini í jólahýri. Tey hava í vikuni havt fund, og tá avgjørdu tey, at tey vildu seta saman ein pakka til hvønn flokk. Í pakkanum vóru mandarinir, okkurt søtt og okkurt til flokkarnar at brúka, nú teir skuldu pyntað skúlastovurnar í dag.
Í morgun fingu okur endiliga eina felagsmynd av næmingaráðnum; tó manglar ein á myndini.
Á fundinum fyrr í vikuni varð ráðið eisini skipað við formanni, næstformanni og skrivara. Næmingaráðsformaður er Olivur úr 8.a, Rókur úr 10.a er næstformaður, og skrivarauppgávan er býtt millum Báru úr 9.a og Petru úr 9.b.
apr. 2024