29.aug 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Val hevur verið á skúlanum
Val hevur verið í Tvøroyrar skúla í dag
Í dag hevur 10. flokkur skipað fyri løgtingsvali í Tvøroyrar skúla. Allir næmingar í framhaldsdeildini umframt lærarar skúlans høvdu valrætt.
Alla vikuna hava næmingarnir arbeitt við ymiskum, ið hevur samband við vali. Byrjað varð tó longu í síðstu viku, tá 9. og 10. flokkarnir vóru áhoyrarar til politiska pallborðsfundin, ið Miðnámsskúlin skipaði fyri. Hesa vikuna hevur 10. flokkur í bólkum arbeitt við ymisku flokkunum, ið stilla upp, og tey gjørdu fyrr í vikuni eina veljarakanning. í gjár løgdu tey so fram fyri 9. flokkunum, hvat ymisku flokkarnir serliga arbeiða við og leggja dent á nú í valstríðnum, og í morgun var farið undir at gera klárt á valstaðnum.
Vallistar vórðu prentaðir, og valkort latin øllum, ið høvdu valrætt. Val er loyniligt, og tískil skuldi veljaraboksir setast upp, og ein kassi til atkvøðuseðlarnar skuldi eisini finnast. Valhølini lótu upp klokkan 9 og lótu aftur nakað eftir kl. 10, tí ongin læt við seg koma, tá rópt varð, um nakar var eftir, ið skuldi velja.
Allar atkvøðurnar vórðu taldar saman; fyrst deilt í flokkar og síðani út á ymisku valevnini.
Størsti flokkur gjørdist Javnaðarflokkurin, ið fekk 38% av atkvøðunum. Okur valdu at skipa eitt løgting við 9 umboðum, og hesi valevnini vórðu vald:
Javnaðarflokkurin fekk trý umboð: Bjarni Hammer, Aksel V. Johannesen og Kristina Roest.
Sambandsflokkurin fekk tvey umboð: Alvi Mortensen og Allan Skaalum.
Framtakið fyri rættinum at velja cannabis: Arnfinn á Birtuni.
Tjóðveldi: Sirið Stenberg.
Fólkaflokkurin: Jacob Vestergaard
Sjálvstýrið: Kristin Michelsen.
Miðflokkurin fekk eins nógvar atkvøður sum Sjálvstýrið, men Sjálvstýrið vann sessin við lutakasti. Valúrslitið samsvaraði væl við úrslitið av veljarakanningini, so framløgurnar ávirkaðu ikki stórvegis, hvussu atkvøtt varð.
Nú verður spennandi at síggja, um hetta valið er ein ábending um valúrslitið leygardagin. Okur gleða okum at fylgja við. Gott val øll somul!
apr. 2024