Øðrvísi skúladagur í morgin

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 07.11.2016   


Kommunuval er í morgin, og av tí at Trongisvágs skúli skal brúkast sum valstaður, møta allir næmingarnir úti í Tvøroyrar skúla til ein øðrvísi skúladag.

Framhaldsdeildin arbeiðir í morgin við evninum “kommunuval”. Kommunustjórin á Tvøroyri, Henrik Weihe Joensen, fer at greiða næmingunum frá ymiskum, sum hevur við val at gera. Næmingarnir fara eisini at vitja valstaðin í morgin, og eisini skipa næmingarnir fyri veljarakanning, veljarafundi og vali.

1. – 7.flokkarnir fara eisini at at nema við okkurt, sum hevur við kommunuval at gera. Onkrir av hesum flokkunum fara eisini á virkisvitjan. Um viðrar verður skipað fyri gongutúri. Vitjað verður  á bókasavninum, flokkar fara at  venja jólasjónleik, svimja, spæla ymisk spøl, til fyrilestur o.a.

Og ikki at gloyma hugnan, sum eisini stendur á skránni.......

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet