12.nov 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Í morgun møttu umboð fyri næmingaráðið í Tvøroyrar skúla nakað fyrr enn vanligt
morgun møttu umboð fyri næmingaráðið í Tvøroyrar skúla nakað fyrr enn vanligt. Tey vildu vera klár, áðrenn aðrir næmingar og lærararnir møttu, so tey kundu deila út endurskin til øll tey, ið tóku ímóti.
Fyrstu ferð, næmingaráðið her hjá okum deildi endurskin út, var tað í samstarvi við Tryggingarfelagið, ið eisini hevði fingið gjørt nakrar veingir; verndareinglarnir deildu út endurskinini. Næmingaráðið tók væl ímóti tiltakinum, og nú eru tað næmingaráðsumboðini, ið sjálvi standa fyri árliga tiltakinum.
Umboð fyri løgregluna var eisini við í morgun. Endamálið er at vísa, at løgrelglan eisini er virkin fyribyrgjandi og ikki einans, tá eitthvørt ólógligt ella óheppið er farið fram.
Eisini í Trongisvágs skúla vórðu endurskin deild út í morgun. Næmingr úr 1. og 4. fl. deildu út.
apr. 2024