28.aug 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Tvøroyrar skúli fer nú undir at orða ein ferðslupolitikk fyri skúlan.
Hvussu skulu vit bera okkum at úti í ferðsluni á veg ímillum heim og skúla? Hvussu skulu vit skipa fyri, tá næmingar og lærarar ferðast úti í ferðsluni? Hvussu skipa vit ferðslufrálæruna í skúlanum?
Hetta er nakað av tí, sum ein niðurskrivaður ferðslupolitikkur fyri skúlan skal svara uppá. Á heimassíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd stendur soleiðis um hetta:
Tað er tín ábyrgd sum foreldur at læra barn títt at ferðast trygt í ferðsluni. Skúlin hevur tó eisini ein avgerandi leiklut í ferðslufrálæruni, og ferðsla er kravt undirvísingarevni sambært fólkaskúlalógini.
Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir øllum skúlum til at hava ein ferðslupolitikk. Ein ferðslupolitikkur ásetir m.a., hvussu skúlin undirvísir í ferðslulæru, hvussu foreldur, næmingar og lærarar eiga at ferðast í økinum kring skúlan og leiðreglur fyri ferðsluatburð t.d. tá flokkar fara túrar.
Skúlin hevur sett tríggjar lærarar at arbeiða við hesi uppgávuni.
Tá arbeiðið er liðugt gjørt, verður úrslitið lagt fyri lærarar, næmingaráð og skúlastýrið til viðmerkingar og góðkenningar, og tá alt er liðugt, verður kunningin løgd út á heimasíðu skúlans.
mar. 2024