24.sep 2020
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Pannukøkuroykur breiðir seg um allan skúlan í morgun
Hendan deiliga tórsmorgunin hava nakrir næmingar í 4. og 5. flokki gjørt pannukøkur í skúlakøkini.
Tey arbeiða hugagóð og hjálpa væl hvør øðrum. Lærarin heldur seg í bakgrundini, meðan tey sleppa at rokast.
Køk er partur av handaverk & list í miðdeildini, ið eisini umfatar handarbeiði, smíð, evning og tónleik.
apr. 2024