19.feb 2020
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Tórsmorgun 20. februar fáa okur vitjan av Listaleypinum.
Tórsmorgun 20. februar fáa okur vitjan av Listaleypinum, ið kemur at hava eina framførslu fyri 5.-7. flokkunum. Talan er um ein leik, ið blandar vanligan sjónleik við dukkuleik, og sýningin er spæld fleiri ferð í Danmark og í útlondum. Leikurin tekur støði bók hjá kenda danska barnabókarithøvundanum Kim Fupz Aakeson.
Sambært heimasíðuni hjá Listaleypinum er PARADÍS ein lívsjáttandi søga um ein jarðarferðarmann, sum tosar við tey deyðu, og hóast evnið kanska kundi bent á annað, er leikurin sera skemtiligur og hvørki tungur ella dapur.
Leikurin verður í høllini í Trongisvági tórsmorgunin klokkan 8. Tað vil siga, at allir næmingar í 5.-7. flokkunum møta í Trongisvági. Bussar koyra næmingarnar út í Tvøroyarar skúla eftir sýningina, ið er á leið 45 minuttir.
apr. 2024