03.apr 2020
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Skúlin ynskir øllum einar góðar páskir.
Páskaheilsan til heimini.
Góðu næmingar og foreldur
Nú hevur skúlin verið stongdur í 3 vikur vegna koronasmittuna. Páskafrítíðin nærkast, men onki er frætt frá myndugleikunum, hvussu verður við skúlagongdini eftir 13 apríl.
Heldur hetta fram eftir páskir, so verða broytingar í mannagongdunum viðvíkjandi heimaskúla. Nærri boð koma seinni.
Jenis hevur sagt alment, at endalig støða verður tikin fyrst í komandi viku, um hvussu skúlagongdin verður skipað.
Skúlin ynskir øllum einar góðar páskir og vónandi hava øll tað gott.
Vinarliga leiðslan
apr. 2024