14.apr 2021
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Pfannkuchen og Brezel í skúlakøkini
Týskt er meir enn ich bin, du bist og er/sie/es ist, og hóast tað avgjørt er týdningarmikið í lærugreinini at læra mállæru, er eisini týdningarmikið at gera okkurt annað viðhvørt. Í dag gekk leiðin hjá 8. flokki í skúlakøkina, har Pfannkuchen og Brezel vóru á skránni.
Hvat merkir Hefe? – og hvat er ein Schüssel?
Uppskriftirnar, næmingarnir fingu, vóru sjálvandi á týskum, men væl gekk kortini – og væl smakkaði :-)
apr. 2024