12.nov 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Ein av næmingunum í 9.flokki, Rakul, hevur valt Trongisvágs skúla sum starvsvenjingarstað.
Ein av næmingunum í 9.flokki, Rakul, hevur valt Trongisvágs skúla sum starvsvenjingarstað.
Rakul hevur valt sær lærugreinarnar støddfrøði, heimstaðarlæru og handverk og list, og so hevur hon eisini nakrar tímar í føroyskum.
Hon fylgir við og hjálpir næmingunum, og so sleppur eisini at undirvísa bólkum. Og væl liggur fyri hjá henni.
Rakul hevur 26 tímar á tímatalvuni og er í 1 fl., 2 fl. og 3fl.
mar. 2024