05.okt 2016
Lagt út hevur: Finn Thomsen
Fríggjadagin verður skipað fyri rennidegi í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla.
Næmingarnir møta sum vanligt í skúla kl.8.00, men hendan dagin er ikki neyðugt at hava skúlatasku við.
Skráin fyri rennidagin á Tvøroyri er henda:
8.00 Morgunsangur, kunning, næm. skifta
8.30 upphiting (Genturnar í 10.fl. skipa fyri)
9.00 5.fl. fer avstað, síðani 6.fl. o.s.fr., um 2 min. í millum.
Skjótasti rennarin - teir fyrstu 6 km. - í hvørjum árgangi, fær vinning.
11.45 Vinnararnir verða heiðraðir í fimleikahøllini
12.20 Bussarnir koyra næmingarnar heim
Runnið verður út eftir Sevmýri í erva, og inn eftir niðaru Sevmýri. Hvørt umfar er 6 km., sum eisini er stytsti teinur, ein kann renna.
Í Tongisvági verður runnið runt Sterling ella Lambabyrgið.
apr. 2024