08.nov 2016
Lagt út hevur: Finn Thomsen
Nú kommunuval er í dag, fari eg inniliga at heita á øll foreldur, sum hava børn í fólkaskúlanum, um at minnast til, eisini at velja limir í skúlastýrið.
Skúlastýrini kunnu ávirka, hvussu skúladagurin verður skipaður, tey kunnu viðgera læring og trivnað, og vegleiða skúlaleiðslu og kommunu í skúlamálum.
Brúka tín demokratiska rætt og vel eitt av mongu skilafólkunum, sum bjóða seg fram í skúlunum kring landið!
Gott val øll somul!
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum
apr. 2024