26.apr 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Fyri at fáa eina realistiska meting av akustikkinum í SALT verður ”stórhappening” á Drelnesi mánadagin 8. mai 2017. Symfoniorkestrið, Tvøroyrar Hornorkestur og Asyllex og Pól Arni úr Hamradun eru partur av ljóðtestini.
Sostatt seta vit bæði tann symfoniska klangin og rokkklangin (Thrash Metal) uppá prøva.
Ljóðverkfrøðingar máta ljóðið upp saman við ljóðserfrøðingum.
Tað er av týdningi, at ljóðviðurskiftini í SALT henda dagin er so ”ektað” sum gjørligt og at áhoyrarar eru til staðar. Tí hevði tað glett okkum, um skúlarnir í Suðuroy tóku væl ímóti hesi innbjóðing.
Talan er ikki beinleiðis um eina konsert, men meira um eina tónleikauppliving av ymiskum slagi fyri at vísa tykkum, hvussu vit arbeiða við ljóði, so at tað verður so gott sum gjørligt.
Næmingar og lærarar eru vælkomnir at siga vinum, kenningum og familju frá, at øll eru vælkomin í SALT henda dagin.
Vit bjóða kaffi og te.
Okkurt leskiligt verður til børnini, sum MBM, Meginfelag Búnaðarmanna, stuðlar.
Dagurin byrjar í SALT kl. 11.15.
Vegna saltsilogrunnin
Ólavur Rasmussen
Ljóðroynd í SALT

mar. 2024