Síðsti skúladagur hjá 10. flokki

Lagt út hevur: Páll Michelsen   tann: 27.05.2019   
Tað er nakað heilt serligt, tá fólkaskúlatíðin er av. Hvør minnist ikki sín síðsta skúladag? Á hvørjum ári skipar 10. flokkur fyri einum serligum degi fyri allan skúlan, og soleiðis var sjálvandi eisini í ár. 

Fríggjadagin var síðsti skúladagur hjá ársins 10. flokki - umframt nøkrum fáum næmingum í 9. flokki, ið hava avgjørt at royna ymiskt annað eftir summarfrítíðina. Allir næmingar og lærarar, eisini tey, ið vanliga ganga i skúla og arbeiða í Trongisvágs skúla, møttu úti á Tvøroyri. Spenningurin var stórur, tí øll høvdu fingið boð um at hava skiftiklæði við, tí vatnkríggj var á skránni part av degnum. 

Dagurin byrjaði við morgunsangi, ið 10. flokkur skipaði fyri. Okur sungu sálm nummar 369, og væl varð sungið við. Síðani fingu okur eina frágreiðing um dagsskránna. 

Ymiskt stuttligt og spennandi varð fyriskipað. Millum annað bjóðaði 10. flokkur lærarunum til vælsmakkandi morgunmat, meðan 9. flokkarnir vóru læraravikarar hjá yngru flokkunum. 

Umframt ymiskt, ið vanliga er á skránni síðsta skúladag, so sum slikk, kaka og saft til yngru næmingarnar, fótbóltsdyst millum 10. flokk og lærararnar (ið 10. flokkur vann í ár), morgunfimleik og "pynting" av skúlanum, var eisini annað á skránni í ár. 

VATNKRÍGGJ! 10. flokkur hevði syrgt fyri kørum við vatni og vatnslangum til næmingar, ið vóru møttir í skúla væl útgjørdir við skiftiklæðum og vatnvápnum. Tað var lív í, og eisini var onkur lærari, ið hættaði sær inn í kampin. Klokkan 11 kom róp í, tí tá kom brandbilurin, og so var skúmbað.

Tey, ið ikki høvdu hug at spæla við vatn, høvdu møguleika at spæla í fimleikahøllini ella brettspøl og annað. Ein stór hoppiborg var eisini sett upp í skúlagarðinum. 

Takk fyri ein stuttligan dag, tykur í 10. flokki (og tykum í 9. flokki, ið eisini hjálptu væl til). Góða eydnu, nú próvtøkurnar stunda til. 


Í myndasavninum eru nakrar myndir frá degnum. 


Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet