Skriviátak í Trongisvágs skúla

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 23.10.2017   



Í morgun, 23.oktober, byrjar eitt skriviátak í  Trongisvágs skúla. Tað er førleikastovan, sum hevur gjørt av at hava eitt skriviátak á tímatalvuni í viku 43, og er tað Nita Næs, lesivegleiðari skúlans, ið hevur fyrireikað og lagt skriviátakið til rættis.

Skriviátakið byrjar í morgun og endar fríggjadagin 27. oktober.

Allir næmingar skúlans fara at skriva frá kl. 8.15 til kl. 9.15.

Hvønn morgun verður ein mynd víst fram, sum allir næmingar skúlans skulu skriva okkurt um. Einstaki næmingurin fær eisini eina mannagongd við eini leiðbeining til hvørja mynd. Tá vikan er av, so hava allir næmingar skúlans skrivað 5 ymiskar søgur út frá myndum.

Nita Næs sigur, at endamálið við skriviátakinum er m.a.:

- at fáa næmingar skúlans at merkja skrivigleðina og kreativitetin í eini skrivitilgongd.

- at fáa teir at hugsa og læra, at tað tekur tíð at hugsavna seg um eina mynd og læra myndina at kenna.

- at læra teir at tora at tíma at skriva ein frían tekst við innihaldi!

Heimini hava fingið kunning um átakið  og uppgávan hjá foreldrum og avvarðandi er, at barnið møtir væl fyri í skúla hvønn dag, so barnið fær hugsavnað seg og skrivað um ávísu myndina.

Tað verður spennandi at síggja, hvussu nógv verður skrivað gjøgnum vikuna, sigur Nita á enda, og ynskir øllum næmingunum í Trongisvágs skúla eina góða skriviløtu!

Hetta er fyrsta myndin, ið øll fáa í morgun, sum vísir ein spælandi hund.

Møguliga fara vit seinni í vikuni at síggja myndir frá skriviátakinum.

 


Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet