21.okt 2016
Lagt út hevur: Finn Thomsen
Tvøroyri skúli og Trongisvágs skúli fara í viku 43 at hava eitt skriviátak, har allir næmingar skúlans fara at skriva frían tekst ein tíma um dagin.
Hetta er í tíðarskeiðnum frá 24. oktober til 28. oktober.
Hvør einstakur næmingur fær eitt serligt skrivihefti til júst hetta skriviátakið. Og vit øll vóna, at skriviátakið verður til gleði og gangs fyri børn tykkara.
Kanningar vísa, at tað, ið ein næmingur festir á blað mennir fatanina og harvið lesingina, og at skriving eisini er ein háttur hjá næminginum at ogna sær vitan.
Í hesum átakinum, skal barn tykkara skriva út frá egnum hjarta, egnum høvdi – ella sum ein sigur:” frá livrini”. Barnið fer at fáa ymiskar uppgávur gjøgnum vikuna, har møguleiki verður at menna førleikan at skriva frían tekst.
Tann fjalda læran er, at hvør einstakur næmingur skal finna sína skrivigleði fram og fáa kensluna 'at megna' fram. Vónandi eisini hugin at skriva og hugsanina, at tað er ikki so galið ella torført at seta orð á pappír.
Uppgávan hjá foreldrunum er, at barn tykkara hevur góðan blýant við, og at barnið er úthvílt og væl fyri, tá tað kemur í skúla.
Tað verður flokstoymið, ið ger av, hvussu skrivitímin fer fram og nær á degnum tímin er.
Vit øll gleða okkum til skriviátakið.
Førleikastovan
apr. 2024