08.may 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Týsdagin 16.mai byrja skrivligu próvtøkurnar í 9. og 10.flokkunum. Fyrsta próvtøkudagin stendur føroyskt á skránni.
Sum Mentamálaráðið og Próvstovan áður hava boðað frá í miðlunum, verða ongar royndir ella próvtøkur avgreiddar í svar.fo.
Máluppgávur og fimisrokning verða tískil avgreiddar á pappíri. Framsetingar verða skrivaðar á teldu.
Tíðarkarmar fyri próvtøkur í 2017
Skrivlig próvtøka | 9. flokkur | 10. flokkur |
Føroyskt 16. mai 2017 | 08:15 – 09:45 Máluppgáva 09:45 – 10:15 Steðgur 10:15 – 13:45 Framseting | 10:15 – 14:15 Framseting |
Danskt 17. mai 2017 | 08:15 – 09:45 Máluppgáva 09:45 – 10:15 Steðgur 10:15 – 13:45 Framseting | 10:15 – 14:15 Framseting |
Enskt 18. mai 2017 | 08:15 – 09:45 Máluppgáva 09:45 – 10:15 Steðgur 10:15 – 13:15 Framseting | 10:15 – 13:15 Framseting |
Støddfrøði 19. mai 2017 | 08:15 – 09:15 Fimisrokning 09:15 – 09:45 Steðgur 09:45 – 13:45 Greiðslurokning | 09:45 – 13:45 Støddfrøði |
apr. 2024