13.des 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Næmingar fara á vitjan við jólaheilsan
Í jólaevnisvikuni hava næmingarnir í Tvøroyrar skúla eins og undanfarin ár millum annað bakað smákøkur. Smákøkurnar eru pakkaðar, og nú í morgun verður klárt hjá okra næmingum at fara á vitjan hjá øllum her í kommununi, ið eru 80 ár og eldri.
Eitt jólakort er fest í hvønn smákøkuposa. Jólakortini hava næmingarnir í 1.-5. flokkunum teknað, og stuttligt er at síggja, hvussu fitt, vøkur og jólalig kortini eru. Næmingarnir hava skrivað eina stutta heilsan á kortini eisini.
Umframt heimavitjanir fara nakrir næmingar eisini á vitjan á Suðuroyar ellis- og røktarheimi.
Byrjað verður nú í morgun klokkan 11.00. Um onkur er, ið ikki er heima, ber til at ringja til á tlf. 26 66 69 ella 22 29 20.
apr. 2024