19.okt 2020
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Skúlastýrisvalið 2020
Skúlastýrisvalið á Tvøroyri verður týsdagin 10.novembur 2020.
Valstaðið verður í Trongisvágs skúla, og opið verður frá kl.10.00 – kl.20.00.
Vallistin til skúlastýrisvalið liggur frammi á kommunuskrivstovuni á Tvøroyri til týsdagin 3.novembur 2020.
Uppskot um valevni skulu vera valnevndarformanninum, Jón Johannesen, í hendi í seinasta lagi kl. 18.00 3.nov 2020.
Uppstillingarfundur verður mánakvøldið 26. oktober 2020 kl.19.00 í dupultstovuni í Tvøroyrar skúla.
Veljarar, sum ikki kunnu møta á valdegnum, kunnu, við at venda sær til formannin í valnevndini, atkvøða við brævatkvøðu í seinasta lagi kl.18.00, dagin fyri valið.
Valnevndin
mar. 2024