16.aug 2020
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Nú summarfrítíðin er farin at halla, gleða vit okkuma at fara í skúla aftur
Góðu næmingar, foreldur og starvsfólk skúlans.
Nú summarfrítíðin er farin at halla, gleða vit okkuma at fara í skúla aftur. Við vón um eitt spennandi og læruríkt skúlaár bjóða vit tykkum vælkomin í skúla aftur týsdagin 18. august.
Tó ger koronusmittan aftur um seg, og tí eru ymsar tillagingar gjørdar at byrgja fyri smittuspjaðing.
· Undirvísingin verður skipað í vanligu flokkunum, og miðað verður eftir at halda allar flokkarnar atskildar, soleiðis at næmingarnir bara eru saman við næmingunum í sínum egna flokki.
· Skúlabussur koyrir ikki, so næmingar og foreldur mugu sjálvi skipa ferðing til og frá skúla.
· Tá næmingarnir koma í skúla á morgni, tekur lærari ímóti og øll skulu vaska hendur. Dentur verður lagdur á, at næmingarnir og starvsfólk regluliga vaska hendur.
· Ongar stórar samkomur verða, so sum morgunsangur, og fríkorterini verða skipað øðrvísi enn vanligt.
· Tað er ikki loyvt foreldrum at koma inn í skúlan, hvørki tá skúladagurin byrjar, ella tá skúladagurin endar.
· Tá næmingar í 1. flokki byrjar í skúlanum 18. august, er tó loyvt teimum at hava tvey avvarandi við.
· Tað er sera umráðandi, at næmingarnir hava alla útgerð til skúlaarbeiðið við sjálvi. Her verður hugsað um eitt vælútgjørt pennahús við øllum tí vanliga, umframt saksi, límstift og litblýantum. Tað ber tíverri ikki til at lána frá skúla ella floksfeløgum.
· Hava starvsfólk ella næmingar sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tey ikki møta í skúla. Tað sama er sjálvsagt galdandi, um næmingur ella starsvfólk er sett í sóttarhald eftir galdandi mannagongdum.
· Er næmingur í serligum vandabólki, verður mælt til, at tosað verður við lækna, áðrenn avgjørt verður, at barnið kemur í skúla.
Týsdagin 18. august møta vit soleiðis:
· 1. flokkur skal møta í Trongisvágs skúla kl. 13.00 og brúka vestaru hurðina. (“Glasbúrið”, ið er vestur móti barnagarðinum)
Loyvt er tveimum avvarandi at koma við fyrsta dagin.
· 2. og 3. flokkarnir skulu møta í Trongisvágs skúla kl. 10.00 og brúka hurðina omanfyri. (Inn í forhøllina)
· 4. og 7. flokkarnir skulu møta í Tvøroyrar skúla kl. 10.00 og brúka eystaru hurðina í nýggja skúlagarði. (Við skúlakøkin)
· 5. og 6. flokkarnir skulu møta í Tvøroyrar skúla kl. 10.00 og brúka vestaru hurðina í nýggja skúlagarði. (Við handarbeiðisstovuna)
· 8. og 9. flokkarnir skulu møta í Tvøroyrar skúla kl. 10.00 og brúka ovaru hurðina í gamla skúlagarði. (Við fimleikahøllina)
· 10. flokkarnir skulu møta í Tvøroyrar skúla ónsdagin 19. august kl. 11.00 og brúka hurðina omanfyri. (Við gomlu ”teldustovuna”)
Vinarliga leiðslan
apr. 2024