12.mar 2020
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Boðað verður hervið frá, at avgjørt er, at allir næmingar í fólkaskúlanum skulu vera heima við hús skjótast til ber og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars 2020
Boðað verður hervið frá, at avgjørt er, at allir næmingar í fólkaskúlanum skulu vera heima við hús skjótast til ber og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars 2020
Hetta merkir, at allir fólkaskúlar skulu frá í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars og fyribils í 2 vikur avmarka skúlagongdina sum allar mest. Foreldrini skulu kunnast um, at børnini skulu vera heima og annars fylgja teimum tilráðingum, sum koma frá heilsumyndugleikunum so hvørt.
Í hesi kreppustøðu, ið allur heimurin er komin í, verður neyðugt, at ávís starvsøki halda fram ótarnað. Her er talan um m.a. heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur. Hesi starvsfólk mugu røkja sínar arbeiðsligu skyldur, og tað kann geva avbjóðingar viðvíkjandi ansing.
Skúlarnir og frítíðarskúlarnir mugu tí hava opið í neyðugum vavi fyri børn, sum ganga í forskúla og 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og sum ongan møguleika hava fyri ansing annars.
Hesi foreldur mugu venda sær til skúlaleiðsluna við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði. Skúlans skylda í hesum sambandi er frá á morgni sum vant og til middags, tá ið frítíðarskúlin tekur yvir.
Skúlin fer komandi tvær vikurnar at skipa fyri heimaarbeiði. Nærri kunning kemur um hetta seinni.
apr. 2024