02.des 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Fyri ikki so mongum árum síðan vóru tað neyvan nógv, ið væntaðu, at telduspøl fóru at gerast partur av einum vanligum skúladegi í fólkaskúlanum
Fyri ikki so mongum árum síðan vóru tað neyvan nógv, ið væntaðu, at telduspøl fóru at gerast partur av einum vanligum skúladegi í fólkaskúlanum. Í Danmark og øðrum londum eru tað seinastu árini fleiri eftirskúlar, ið bjóða næmingum sínum e-sport. Einstakir skúlar í Føroyum hava roynt seg við e-sporti í eldru deildunum, og nú bjóðar Tvøroyrar skúli eisini e-sport til 10. flokk.
Ætlanin var, at e-sport-breytin skuldi verða í samstarvi við Føroya eftirskúla, men hetta varð av ongum, nú eftirskúlin ikki fekk byrjað sum ætlað hetta skúlaárið. Okur hava tískil havt nakrar avbjóðingar, og hóast okkurt enn krevur ábøtur og dagføringar, eru næmingarnir á e-sport-breytini nú rættiliga byrjaðir at spæla og ikki minst læra at spæla.
Í tveimum umførum hava næmingarnir vitjað á Oyrabakka, har lærarin í e-sport har hevur undirvíst okra næmingum í samstarvi við eSport Føroyar. Næmingunum dámdi hetta sera væl, og teir hava glett seg, til okur endiliga fingu útgerð til gaming og e-sport á Tvøroyri.
Útgerðin er fyri nøkrum vikum síðan sett upp í erva í Posthúsbygninginum. Hetta gjørdu næmingarnir sjálvir, og seinastu tveir mánadagarnar hevur verið undirvíst í e-sport og ymiskum, ið hoyrir til. Undirvísarar hesar vikurnar hava verið Rúni W. Johnsen, ið er samskipari í eSport Føroyum og Brandur Solmunde, ið sjálvur er royndur spælari.
Tað ljóðar kanska so einfalt at spæla telduspøl, men vilt tú vera ein góður spælari, krevst, at tú dugir at hugsa logiskt, strategiskt og ikki minst, at tú dugir at ”halda høvdið kalt”, tá ið á stendur. Tú spælir ofta saman við øðrum spælarum á einum liði, og tískil er somuleiðis neyðugt at duga at samskifta og saman at leggja taktikk
Fleiri og fleiri fólk fáa áhuga í e-sport. E-sport sum hugtak fevnir um tað at spæla telduspøl á kappingarstøði. Spælt verður á netinum ella yvir LAN. Í almenna rúminum í Føroyum kenna okur nokk einamest Johan Sundstein, sum hevur funnið fleiri milliónir upp á at spæla serliga telduspælið DOTA2 í stórum altjóða kappingum.
apr. 2024