Spøl til frálæru

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 30.01.2018   


 

Tvøroyrar skúli hevur nú fingið øll spølini, sum trivnaðbólkur skúlans fyri stuttum bílegði til at brúka í undirvísingini. 

 

Eitt savn er skipað við øllum spølunum, og lítið er at ivast í, at hetta verður til stóra gleði bæði fyri næmingar og lærarar.

 

Trivnaðarbólkurin hevur eisini skipað soleiðis fyri, at nýggj og gomul útispøl verða málaði í skúlagørðunum fyrsta dagin, soleiðis at næmingarnir, tá veðrið er til vildar, fáa hug at fara út at spæla. 

 

Eisini verður hetta gjørt fyri at gomlu útispælini ikki skulu verða heilt gloymd.

 

Nevnast kann m.a., at eitt stórt talvbretti verður málað í skúlagarðinum, og at tað í hesum sambandi eru keypt stór talvfólk.

 

Umframt alt hetta, so hava allir flokkar frammanundan fingið fleiri spøl í skúlastovurnar, soleiðis at næmingarnir kunnu stytta sær stundir í fríløtum inni, tá veðrið ikki skikkar sær av tí besta.

 

Myndir av spølunum verða lagdar í myndasavnið.

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet