02.okt 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
G.G. Greinin er dagførd.
SSP, samstarvið ímillum skúla, myndugleikar og politi, skipar fyri fundi mánakvøldið.
Fundurin er fyri foreldrum og næmingum í 7., 8., 9. og 10.flokki.
Evnið á fundinum er “Lívið og avbjóðingar hjá tannáringum og teirra foreldrum”, og verður hildin í skúlahøllini í Trongisvágs skúla mánakvøldið 16.10.2017 kl.19.00.
Á fundinum fer Lars Múller, løgreglumaður, at tosa um týdningin av at halda lógirnar, Gitte Klein, rithøvundur og lærari, fer at tosa um relatiónir millum tannáringar og foreldrini. Pól Arni Holm, leiðari av ungdómshúsinum á Tvøroyri, fer at geva eina lýsing av virkseminum í Pakkhús 4.
Øll foreldur eru hjartaliga vælkomin til fundin.
apr. 2024