Starvsvenjingin flutt

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 27.09.2018   


Starvsvenjingin hjá 9.flokkunum framskundað.

Í samband við starvsvenjingina hjá 9. flokkunum, hevur Tvøroyrar skúli saman við hinum báðum framhaldsskúlunum í Suðuroynni ein trupulleika, tí flestu næmingarnir velja starvsvenjingarpláss í oynni og ofta tey somu, og so er beinanvegin sera trupult at ganga næmingaynskjunum á møti.

Tí hevur Tvøroyrar skúli søkt MMR um loyvi at framskunda starvsvenjingina í 9.flokkunum til vikurnar 45 og 46 í staðin fyri vikurnar 47 og 48, og hevur MMR gingið umsóknini á møti.

 

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet