19.nov 2020
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
- við kost- og rørslubreytini
Stjørnurenning
Hetta avbera vakra vetrarkvøldið var stjørnurenning á skránni í Kost- og rørslubreytini í Tvøroyrar skúla.
Næmingarnir, sum vóru býttir upp í 4 bólkar, fóru við hvør síni lummalykt og korti kring økið um skúlan at leita eftir ymisku postunum.
Tá ið teir høvdu funnið allar postarnar, fóru teir í gongd við at samla saman og sóu tá, hvør endaliga uppgávan var - nevniliga at kóka eitt bleyttkókað egg.
Endað varð við heitum kakao og nýbakaðum bollum í skúlakøkini. Eitt stak væleydnað og hugnaligt kvøld.
Winnie og Otto eru lærarar á kost- og rørslubreytini.
apr. 2024