02.mar 2020
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Í farnu viku vóru tað yngru næmingarnir, ið fingu vitjan úr Listaleypinum.
Í farnu viku vóru tað yngru næmingarnir, ið fingu vitjan úr Listaleypinum. Talan var um leikin SUMMARVØKSTUR, ið vitjaði Trongisvágs skúla. Leikurin er kveiktur úr Sommerbogen hjá Tove Jansson.
Søgan er um Sofíu og ommu hennara, ið halda til á eini lítlari oyggj úti í finska skergarðinum. Á heimasíðuni hjá Listaleypinum stendur, at søgan um Sofíu og ommuna er søgd í einum hugaheimi av eksperimentarandi raddnýtslu, einum fjalli av kaðalum, mikrofonum, animeraðum pallsmíði og koreograferaðum live-elektronikki.
Leikurin var góður og hevði sera flottar ljóð- og ljóseffektir. Næmingarnir lótu eisini væl at. Teir fylgdu væl við og vóru raskir at spyrja spurningar, tá teir fingu møguleika til tað.
apr. 2024