13.des 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
-----
Takk fyri vitjanina
Tórskvøldið var árligi jólahugnin hjá Tvøroyrar skúla. Næmingar – og sjálvandi lærararnir eisini – vóru spentir at taka ímóti gestunum.
Allar floksstovurnar vóru pyntaðar, og stuttligt var at síggja, hvussu ymiskar stovurnar vóru. Flestu høvdu eisini lagt stóra orku í at vísa, hvussu jólini verða hildin í tí landinum, flokkurin fyri á leið einum mánaði síðan hevði fingið tillutað við lutakasti.
Hesa vikuna hava allir næmingar skúlans umframt at arbeitt víðari við jólunum í ymsum londum eisini luttikið á tveimum verkstøðum hvønn dag. Í verkstøðunum luttóku næmingarnir í blandaðum bólkum.
Verkstøðini í ár vóru smíð, hondarbeiði, evning, køk, jólasøguskriving, spøl, dansur og tónleikur.
Harumframt skipaði 10. flokkur eisini fyri einari café í samband við tiltakið.
Bæði lærarar og næmingar hava havt eina spennandi, stuttliga og øðrvísi skúlaviku, og okur vóna, at tykur øll, ið vitjaðu okum í gjárkvøldið, fingu eina hugnaliga løtu. Okur gleða okum longu til næstu ferð!
Fleiri myndir frá jólavikuni koma á heimasíðuna í næstum!
apr. 2024